Lutakast millum teirra, sum hava latið fiskamerkir inn seinasta árið, var 30. oktober 2015. Vinnarin gjørdist Andrias Ludvig á Tvøroyri. Toskurin við vinnandi merkinum var merktur 16. oktober 2008 vestur úr Skúvoynni, og var fingin við snellu vestan fyri Suðuroy í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2011. Hann var tá vaksin 3 cm.
Lutakastið var hildið á Hotel Skálavík. Fimm sjómenn møttu upp til tiltakið. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt.
Havstovan takkar Hotel Skálavík og ynskir Andriasi tillukku við vinninginum. Og ikki minst takka vit øllum teimum, sum lata Havstovuni merktan fisk.