Sjálvan kvinnudagin 8. mars gevur Posta út frímerki Andreu Árting til heiðurs.
Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár.
Eitt av hennara hjartamálum var stríðið fyri somu løn fyri sama arbeiði.Men ikki fyrr enn í arbeiðsmarknaðarsamráðingunum í 1977 varð hesin lívslangi dreymurin hjá Andreu Árting uppfyltur.
Undir beinhørðum samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði.
Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981.
Listafólk: Anker Eli Petersen