Áminningin til sambandsflokkin
Sambandsflokkurin
Báður á Steig Nielsen, floksformaður
Tann 15. mars 2017 sendi eg soljóðandi spurning til Sambandsflokkin:
Nær er stjórnarskrá Danmarkar vorðin stjórnarskrá okkara?
Av tí at vit nú hava 15. mai 2017, og eg enn einki svar havi fingið, hóast eg minti á spurningin 15. apríl 2017, skal eg loyva mær at minna á málið.
Vinaliga
Zakarias Wang