Amerikanski herflotaráðharrin á vitjan í Føroyum
Hósdagin 23. juni kemur Ray Mabus, amerikanskur herflotaráðharri á vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum er vertur fyri vitjanini.
Fríggjadagin hevur ráðharrin fund við løgmann, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Á fundinum við landsstýrið fara partarnir m.a. at umrøða viðurskifti og áhugamál í Arktisk.
Aftaná fundin verður kunning fyri fjølmiðlum í Salinum í Tinganesi fríggjadagin 24. juni kl. 12.
Á ferðini skal ráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando.
Ráðharrin fer av landinum aftur sunnudagin 26. juni.