Altjóða Down Syndrom dagur 21. mars 2014

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og er tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, íð hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Dagurin í Føroyum verður hildin í Skótahúsinum við Løkin og Løkshøll í Runavík. Spennandi tiltøk eru á skránni. Øll vælkomin.


Tað eru 9 ár síðan at dagurin var hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Í fjør var dagurin í Føroyum hátíðarhildin fyri fyrstu ferð. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum tann dagin fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima.


Føroyski Down Syndrom bólkurin skipar fyri fleiri tiltøkum hendan dagin.


Byrjar í Skótahúsinum við Løkin


Dagurin 21. mars byrjar í Skótahúsinum við Løkin í Runavík kl. 15, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri setur dagin og Ælabogin spælir. Silvi frá Norðoya Sparikassa kemur á vitjan, og Sigrun Wardum sigur nøkur orð. Tiltakið í Skótahúsinum endar kl. 16,30. Vakrir bannarar verða hongdir upp í gøtunum í Runavík.


Heldur fram í Løkshøll


Í Løkshøll kl. 17 bjóðar Elvin Weihe vælkomin. Magna Jógvansdóttir sigur frá um hugburð. Eisini syngur Elin Løkin ein sang. Slideshow er á skránni. Tóra við Keldu sigur frá sínum sjónarmiðum og Helena Jørmundsson greiður frá, at vera foreldur til Immanuel sum er 1 ár gamal og hevur Down Syndrom.


Blátt naglalakk


Fyriskipararnir heita á øll fólk um at hava blátt naglalakk 21. mars fyri at vísa, at tey stuðla degnum. Í hesum sambandinum hava vit eisini latið gjørt eitt picbadge at seta á Facebook vangamyndir og fara vit at heita á fólk um eisini at stuðla tann vegin. Soleiðis ber eisini til at stuðla tiltakinum.


Um down Syndrom


Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk um allan heim hava Down Syndrom. Eingi tøl eru tó fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður mett at eitt barn verður føtt um árið.


Orsøkin til Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, kromosom nr. 21, og hendir tíðliga í móðurlívi. Eingin veit hví hetta kemur fyri, men við røttum stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív við innihaldi.


Øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut í tiltakinum.


Vegna Down Syndrom bólkin


Diana Davidsen, telefon 257035


Linda Sunder