Alpha Pilot skal sigla á Hestleiðini

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er fegin um at boða frá, at báturin Alpha Pilot fer at sigla á Hestleiðini burturav. 

Í gjár skrivaði Strandferðslan undir keypssáttmála av ferðafólkabátinum Alpha Pilot. Alpha Pilot er keyptur til at sigla á Hestleiðini og byrjar siglingina beinanvegin, sum klárgering av bátinum er liðug. 

Teistin fer framvegis at røkja farmatúrar til Hest. 

Nærri kunning kann fáast við at seta seg í samband við Hilmar Eliasen, stjóra í Strandfaraskipum Landsins.