Almennur fyrilestur um tosk

Í sambandi við at Hreiðar Þór Valtýsson frá universitetinum á Akureyri í Íslandi vitjar Fróðskaparsetrið, fer hann at halda fyrilestur um tosk, og hvønn týdning hesin fiskurin í øldir hevur havt fyri íslendingar.
 
Heitið á fyrilestrinum er “Icelanders and cod through the centuries”. Fyrilesturin verður hildin á enskum.
 
Øll eru vælkomin at lurta.
 
Fyrilesturin verður mikumorgunin 23. november kl. 11:00 á Havstovuni.