Almennur fundur um pensiónir og verjumál

Í kantinuni í Løkshøll hóskvøldið 26. januar kl. 19.


Áðrenn verjumálslógin varð sett í gildi á vári 2010, skipaði Javni saman við øðrum fyri fundum kring landið til tess at kunna um tær broytingarnar, sum nýggja lógin førdi við sær. Ætlanin var alla tíðina at endurtaka fundarrøðina, tó uttan at hetta varð til nakað.


Í tíðini sum farin er, síðani lógin varð sett í gildi, hevur Javni fingið fleiri fyrispurningar um verjumál og kanska serliga um reglurnar í sambandi við umsiting av pensiónunum. Fyrispurningarnir til okkara øktust í tali, tá bústovnar pr. 1. januar 2012 vórðu gjørdir um til sambýli og harav tann broyting, at húsfólk, sum áður fingu lummapening blivu fyritíðarpensionistar.


Javni hevur tí gjørt av at skipa fyri einum almennum fundi í kantinuni í Løkshøll hósdagin 26. januar kl. 19. Myndugleikapersónar frá Almannastovuni, Ríkisumboðnum og møguliga øðrum serkønum fara at greiða frá regluverkinum kring lógina og mannagongdum viðvíkjandi umsiting. Møguleiki verður at seta spurningar.


Fundurin er ætlaður øllum áhugaðum. Bæði fyritíðarpensionistum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum.


Lýst verður við skrá verður send út seinni.