Tíðindaskriv: Diabetesfelag Føroya skipar fyri teimum fyrilestrum um orsøkir til sjúkuna diabetes typa 1.
Fyrilestrahaldari er kendi diabetesgranskarin á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, Karsten Buschard, professari.
Fyrri fyrilesturin, sum er fyri heilsustarvsfólk í Føroyum, verður í forhøllini á Landsjúkrahúsinum (Høvuðsbygninginum) fríggjadagin hin 24. februar 2012 kl. 14.
Seinni fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 25. februar 2012 kl. 15 og er hesin fyrilesturin fyri øllum, sum hava áhuga í sjúkuni diabetes.
Báðir fyrilestarnir eru ókeypis.
DIABETESFELAG FØROYA