Vanliga kann tað, at bjóða út almennar tænastur til privat at veita bæði gera almenna raksturin bíligari og verða við til at finna røttu príslegurnar, sigur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, í viðmerking til fyrispurning, hann hevur sett løgmanni, Kaj Leo Holm Johanensen, sum skal svarast á Tingfundinum í dag.
1. Hevur samgongan ætlanir um at bjóða út almennar tænastur og veitingar soleiðis, at privatar fyritøkur og einstaklingar kunnu bjóða sær til at veita og reka tær fyri tað almenna? (Sum dømi kunnu nevnast heilsu- og almannatænastur, søla av heilivági, matgerð, reingerð, klædnavask o.a. umframt ymsar KT-tænastur, eitt nú hýsing, trygd, samdøgursrakstur o.tíl.)
2. Hevur samgongan ætlanir um at einskilja almennar fyritøkur, og – um so er – hvørjar?
Viðmerkingar
Ein óvanliga stórur partur av øllum føroyskum virksemi er á almennum hondum. Summi hava víst á, at hetta er galdandi fyri ikki minni enn 80 prosent av virkseminum, rokna vit beinleiðis almenna virksemið saman við tí hjá almennu partafeløgunum og grunnunum.
Føroyar hava í dag eina landsstýrissamgongu, sum nevnir seg borgarliga og sum samstundis stendur við teirri avbjóðing, at stórar rasjonaliseringar og umraðfestingar mugu gerast í almenna geiranum.
Vanliga kann tað at bjóða út almennar tænastur til privat at veita bæði gera almenna raksturin bíligari og verða við til at finna røttu príslegurnar.