Fjøldin sær einans tær almennu skráirnar, meðan politiska skipanin og rættarskipanin nýta fjaldar skráir, tá hildið verður, at tørvur er til tess, tí fremjast skulu avgerðir, ið hildið verður, at fólkið ikki vil góðtaka uttan víðari ella als ikki góðtaka. Fólkið verður misinformerað í einum myrkaspæli, ið ger, at tey ikki fáa vart seg, og skilja fyrst samhangin, tá fellan er klappað í, og alt er læst og liðugt. Í hesum sambandi er fyrireikingin og byggingin av NATO-støðini á Sornfelli og í Mjørkadali eitt talandi dømi.
Í ringasta føri kundi nevnda avgerð gjørt av við okkum sum fólk, men bleiv - hóast tað - framd við fjaldum donskum og føroyskum skráum í einum samskipaðum myrkaspæli við ósannindum til tað síðsta. Og nakrir av myrkamonnunum vilja ikki - tann dagin í dag - kennast við hesa skjúldu níðingsgerð? Hetta vísir, hvussu langt teir vilja og kunnu ganga, meðan fólkið verður hildið óvitandi í politiskum myrkri. Ófatiligt!
Seinni hava vit sæð tann fíggjarliga geiran ganga amokk og fara í sjálvsving. Ein ráðfiskagrunnur, ið spýtti milliardir út uttan neyðuga stýring, og sum at enda sprændi eina hálva milliard kr. um árið í høvuðsvinnuna, sum annars skuldi halda landinum uppi.
Søgurnar frá tí tíðini eru mangar og groteskar, t.d. skip, ið fiskaði við studningi, men fekk vippað studningslastina á ruskplássið í bygdini, lagursvindil og mangt annað. Eitt satt Eldorado fyri fíggjarflippifólk uttan moral bæði í politisku skipanini og innan og uttan fyri sjálva vinnuna. Og tá samstundis bleiv svikað við eginpeningi í 100-mill. kr.´s klassanum, so beyð ikki bøtur, og landið fór logandi á heysin. Nú vóru góð ráð dýr, skuldi eitt stórt tal av betra slagnum ikki inn at sita.
Við skjúldari skrá fór danska stjórnin til verka og fekk frítikið lógloysingarnar fyri fylgjurnar av framda lógloysinum, samstundis sum teir fingu skaffa neyðuga kapitalin til vega, soleiðis at føroyska skútan ikki skuldi søkka , men kundi sigla víðari - ikki av tí at teir elskaðu okkum og ei heldur fyri okkara bláu eygu skuld, men av tí at teir á ymiskan hátt høvdu og hava brúk fyri okkum - eisini - og kanska einamest í framtíðini - sum oljuvinnutjóð og í millumlandapolitikki.
Men ein sera negativ avleiðing av øllum hesum var, at vit fingu politikarar, stjórar, adv. og aðrar, ið lærdu - um teir ikki longu høvdu lært tað -, at teir stórt sæð kundu og kunnu gera, so sum teimum lystir uttan fylgir, og tað gera teir so til stóran skaða fyri mong, serliga fyri tey, ið ikki luttaka í føroyska Matadorspælinum. Og eftir húsagangin hava vit havt bæði løgmann og landsstýrismenn við opinlýsum fíggjarligum líkum í lastini, tó uttan at teir hava verið dømdir. Og hví mann tað so vera? Ja, tú gitti rætt.
Gongur tað, so gongur tað, og gongur tað ikki, so gongur tað álíkavæl, bleiv mottoið, ikki uttan orsøk, tí við tíðini vóru 2 og 7 vorðin líka. Tú kundi stórt sæð týggja tær fíggjarlig, sum tú vildi, onki fekk fylgir, um tú vart frekur nokk og hoyrdi til rætta slagi.
Men hvat halda meinigi maðurin og konan - gentan og drongurin og børnini? Er hetta tað einasta vit framhaldandi vilja bjóða núverandi og komandi føroyingum? Svarið er sjálvandi eitt rungandi nei. Vit mugu fáa skil aftur á í tí føroyska húsinum, sum vit eru góð við. Óskilið má fáa fótin - ongantíð ov skjótt.
Og hvat er so annars niðurstøðan viðvíkjandi skjúldu skráunum? Ja, hon kann einans vera, at vit altíð mugu vera vakin, og at vit mugu skræða gekkaskortarnir av samfelagsins útvaldu, sum fyri makt og mammon hava selt sálina til hin grábeinta, og sum misnýta síni privilegiir, fyri at kunna draga fólkið upp á tráð við tí eina fyri eyga, at brúka tað sum amboð og til fótatraðk á veg móti áðurnevndu egoistisku málunum. Og læra vit ikki av søguni, so verða áður framdir feilir og brotsverk móti fólkinum bert endurtikin, og tað dámar magt- og peningaelituni, sum soleiðis uttan forðingar kunnu halda áfram í óreiðiliga Matadorspælinum bert avbrotið av cerimoniella dansinum um gullkálvin, meðan fólkið kann spæla blindabukk á veg móti eggini.
Tí er tað alneyðugt, at tær kúgandi og fjaldu politisku skráirnar verða avdúkaðar so hvørt, tær eru vorðnar virknar. Eitt kravt effektivt innlit má etablerast við lóg, og tað má fáa alvorligar avleiðingar fyri framleiðararnar av skjúldu skráunum, tá tær verða avdúkaðar. Tí tað er alt annað enn spæl at villleiða fólkið í egnari sak's tænastu, tað kenna vit alt til í søguligum samanhangi.
Og tað er ein sjálvfylgja - ella burdi verið tað, - at øll eru líka fyri lógini. Og at nepotisma og annars allur framíhjárættur er av tí ónda og eigur somuleiðis at fáa alvorligar fylgjur, tá hetta verður praktiserað í politiskum og í almennum høpi.
Hesin elligamli sokallaði "del og hersk" politikkurin - sum vit enn liva við - hevur altíð verið og er framvegis av tí ónda fyri fólkið, tí hann sindrar í staðin fyri at samlað fólkið, og harvið gevur politikkarunum størri møguleika fyri at fremja einvegis loysnir fyrst og fremst fyri seg og síni.
Eingin - ið av sonnum er góður við land og fólk - kann vera áhugaður í einum órættvísum samfelagi við m.a "del og hersk" politikki og nepotismu. Tí hava vit skyldu til at virka fyri einum rættvísum samfelagi, har øll eru líka fyri lógini, og har øll hava somu skyldir og somu rættindir. Í tí sambandi kunnu vit øll fáa nokk at gera við at rætta verandi samfelagskós, soleiðis at hetta kann eydnast.
Lat okkum tí - í dag heldur enn í morgin - leggja alla okkara orku í at seta eina nýggja kós, sum kann gera upp við fjaldar skráir , nepotismu og órættvísi, og sum kann føra okkum fram móti einum góðum og rættvísum samfelagi við yvirskrivtini: frælsi, javnaður og brøðralag fyri øll.
Mai 2012
Dagfinnur Danbjørg.