Allir tríggir menninir doyðu

Í samband við sera álvarsligu ferðsluvanlukkuna í vágunum, hevur løgreglan nú váttað, at allir 3 persónarnir doyðu. 2 persónar doyðu á staðnum og hin 3 doyði seinni á Landsjúkrahúsinum.


Talan er um ein 55 ára gamlan mann, ein 51 ára gamlan mann og ein 48 ára gamlan mann.


Bilurin var á veg frá flogvøllinum í Vágum til Tórshavn


Tey avvarðandi eru kunnaði, upplýsir løgreglan.