Allir politiskir flokkar farnir av kós

Mikið rok hevur staðist av, at løgmaður hevur havt dreymar um einar sjálvstøðugar Føroyar í tøttum samstarvi við Danmark og Grønland.


Her hava vit sagt tað fyrr, og kunnu siga tað aftur. Tað eitt rák í donskum og í føroyskum politikki, at gera bixemat burturúr hugsjónarliga støðinum hjá hvørjum øðrum. Rættiliga sjónligt gjørdist tað í Danmark tá sokallaði blái høgravongurin í DK fór at føra politikk, sum vanliga bara danski javnaðarflokkurin átti patent uppá.


Tað tók danska javnaðarflokkinum eisini nógv ár at finna føturnar aftur undir búkinum, tí flokkurin fór at renna aftaná høgravonginum, og misti síni egnu kjarnuvirðir burtur, men sami trupulleikin er so eisini við høgravonginum í donskum politikki, sum knappliga hevur skund at finna síni egnu kjarnuvirðir aftur.


Í Føroyum hava vit somu myndina. Vinstraflokkarnir – serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, fóru inn á miðjuna, og nakað til høgru fyri skjótt fleiri árum síðani. Tá ið kósin varð broytt, slongdu flokkarnir sosialpolitikkin, verkafólk, tey gomlu, tey veiku, børnini, og tey hjálparleysu av í svinginum.


Tað sama kann sigast um Framsókn, sum breyt út úr Fólkalfokkinum, sum ikki byggir á liberalistisk sjónarmið, men í dag er Framsókn fløktur upp í nótafiskiskapin hjá Gøtumonnum, sum litar hugsjónarliga støði, at skútan líkist henni hjá Floksmonnunum.


Lesi restina av hesari greinini, og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.


Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum


Keypið blaðið á netinum:


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html