Allar kanningar frá 11. og 12. august liðugt greinaðar


Týdagin 11. august vórðu 2454 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir. 

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk. 

Øll tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Heilsumálaráðið tann 14. august kl. 14.05

Kanningarúrslit seinastu dagarnar
Dato fyri kanningarKanningar hendan daginPositivar hendan daginBíða eftir úrsliti
03.08.207172 
04.08.2094814 
05.08.20228638 
06.08.20280416 
07.08.20452111 
08.08.2034627 
09.08.20226910 
10.08.20354213 
11.08.20245414 
12.08.20259912 
13.08.20216231068

Fyri nágreinað hagtøl, trýst her.