Alivinnan ruddaði alifirðirnar í viku 23

Í viku 23, frá 4 juni, fóru øll starvsfólk hjá Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest Føroyar at rudda alifirðirnar. 
 
Nógv plast og annað burturkast rekur inn á alifirðirnar, og alivinnan hevur sett sær fyri at hetta skal savnast saman og burturbeinast á rættan hátt. Samskipaðir ruddingardagar hjá alivinnuni vórðu fyri fyrstu ferð hildnir í juni í fjør, og ætlanin er at hetta skal vera afturvendandi tiltak í juni á hvørjum ári.
 
Vónandi kann hetta ruddingartiltakið eisini vera viðvirkandi til at styrkja tilvitskuna millum fólk um týdningin av einari reinari náttúru. Harumframt ynskja alifeløgini at vera við til at menna ein hugburð, har rusk og burturkast verður tikið upp so hvørt, sum fólk varnast tað.