Alivinnan heldur fram at vaksa

Gongur tað væl, kann framleiðslan í alivinnuni økjast munandi næstu trý til fimm árini, og útflutningsvirðið vaksa við meira enn einari milliard krónum.

Tað segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tá hann setti Aliráðstevnuna 2019 fyrrapartin.

Alivinnan í Føroyum er millum tær fremstu í heiminum og fyri at styrkja haldførið og kappingarførið enn meira gera fyritøkurnar stórar íløgur um alt landið. Samstundis hevur samgongan samtykt broytingar í alilógini, sum økja um vakstrarmøguleikarnar og í næstum verða dagførdar kunngerðir eisini lýstar á aliøkinum.

”Vit eiga at semjast um og arbeiða fyri, at føroyska alivinnan skal fremst av øllum vera ein burðardygg vinna, bæði búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga,” segði landsstýrismaðurin í røðuni.

Lúsaavbjóðingin skal basast
Ein liður í at styrkja alivinnuna enn meira er at viðurkenna, at nakrar avbjóðingar, sum mugu takast í størsta álvara, standa fyri framman. Millum annað vísti landsstýrismaðurin á, at lúsatrupulleikin er framvegis ein avbjóðing, og at lúsakunngerðin verður ov ofta brotin.

”Nógv munagóð átøk verða gjørd fyri at týna lúsapláguna. Úrslit síggjast, men spurningurin er, um tað er nóg mikið. Tí mugu vit tora at spyrja, um tað hevði verið skilagott at lækkað markið fyri kynsbúnar lús enn meira, og um avleiðingin fyri at bróta kunngerðin skal herðast.”

Skulu ansa eftir umhvørvinum
Í vetur var drúgt orðaskifti um umhvørvisligu avbjóðingarnar við alivinnuni. Støðan skal takast í størsta álvara, tí hetta snýr seg um umhvørvið, sum øll í Føroyum skulu liva av og liva við.

”Tað er gott, at tit sum varða av alifyritøkunum taka støðuna í álvara og vilja vísa virðing fyri samfelagnum, tit eru partur av.”

”Ábyrgdina av náttúruni og umhvørvinum eiga vit í felag. Sum politiskur myndugleiki mugu vit eisini viðurkenna, at vit hava verið ov afturhaldin. Eg veit, at alarar vilja gera tað sum krevst, og sum landsstýrismaður fari eg í næstum undir at fáa árinsarbeiði í fasta legu,” segði landsstýrismaðurin.

Her ber til at lesa alla røðuna hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni.