Álit viðvíkjandi klagu um vantandi svar frá Tórshavnar kommunu um útgjald av frítíðarískoyti og frítíðarløn

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna ikki svaraði trimum áheitanum um at viðgera feilir í útgjøldum av frítíðarpeningi hjá eini arbeiðskvinnu. Ikki fyrr enn klagað varð til umboðsmannin, fór kommunan undir at viðgera málið.



Í sínum fyrsta ummæli av klaguni róði kommunan fram undir, at klagarin sjálvur hevði ábyrgdina av feilunum í útgjøldunum av frítíðarlønini.  Umboðsmaðurin minti kommununa á, at tað áliggur almennum myndugleikum sum partur av góðum fyrisitingarsiði at samskifta høviskliga og fara virðiliga við borgarum. 



Tá samanum kom, vísti tað seg, at limir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í lønarskipanini hjá Gjaldstovuni høvdu verið skrásettir ikki at hava rætt til frítíðarløn fyri ólagaliga arbeiðstíð, og at arbeiðskvinnan ikki hevði fingið frítíðarískoyti fyri eitt ár. Arbeiðskvinnan átti góðar 16.000 kr. til góðar. Sum framhald av klaguviðgerðini hjá umboðsmanninum fór kommunan at kanna, hvørjar aðrar arbeiðskvinnur høvdu fingið ov lítið útgoldið í frítíðarløn av ólagaligari arbeiðstíð.



Umboðsmaðurin var samdur við kommununi í, at handfaringin als ikki var nøktandi, men umboðsmaðurin hevði torført við at góðtaka frágreiðingina um, at tvey skriv í sama máli av misgáum duttu niður í millum, og at eitt triðja ikki skuldi vera móttikið. Umboðsmaðurin helt hetta benda á, at mannagongdirnar við inngangandi skrivum ikki vóru nóg væl skipaðar og mælti kommununi til at endurskoða hesar. (LUM 18/00023)



Álitið kann lesast herReadSpeaker