Álit viðvíkjandi klagu um drúgva málsviðgerðartíð hjá Umhvørvisstovuni
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð hjá Umhvørvisstovuni av eini umsókn um marknaumskipan. Av tí at gongdin í málinum ikki var nøktandi skjalfest, kundi umboðsmaðurin ikki meta um, í hvønn mun tað vóru umberandi orsøkir til drúgvu málsviðgerðartíðina.
Umboðsmaðurin helt tað vera alt annað enn nøktandi, at málið framvegis ikki var avgreitt, skjótt 2 ár aftaná, at Umhvørvisstovan hevði móttikið umsóknina.
Umboðsmaðurin gav Umhvørvisstovuni eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og kunnaði sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýriskvinnan í Heilsu og innlendismálum um málið. Samstundis var Umhvørvisstovan biðin um at lata umboðsmannin frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 17/00081)