Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur í dag fingið handað álit um hvussu føroyska bátinum kann verða skapt livilíkindi.
“Vit hava leingi havt tørv á at fáa lýst umstøðurnar hjá føroyskum bátasmíði, og eg eri tí sera fegin um at hava fingið handað hetta álit, ið kemur við uppskotum til, hvussu føroyskum bátasmíði kann verða skapt livilíkindi,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. “Eftirspurningurin eftir føroyska bátinum er nú lítil, og tíðin er komin, at vit eiga at umhugsa, hvussu vit kunnu tryggja, at føroyingar eisini duga at smíða ein føroyskan bát um 100 ár”.
Síðsta heyst var ein nevnd sett at kanna umstøðurnar fyri, hvussu siðbundnum føroyskum bátasmíði kann verða skapt livilíkindi. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var at orða eitt álit við uppskotum um, hvussu siðbundið føroyskt bátasmíð kann verða varðveitt.
Samanumtikið verður mælt til, at
• arbeitt verður fram ímóti, at UNESCO-sáttmálin til verju av immateriella mentanararvinum verður settur í gildi fyri Føroyar, og at føroysk lóggáva á viðkomandi økjum verður dagførd samsvarandi
• karmar verða skaptir fyri skipan av livandi søvnum innan føroyska savnslóggávu. Stuðulslóggávurnar til savnsvirksemið eiga í hesum viðfangi at verða dagførdar
• Róðrarsamband Føroya, sum er kveikjari, tá tað kemur til at skapa áhuga fyri føroyska bátinum, tekur atlit at aðalreglunum í upprunasniðinum á føroyska bátinum í sínum regluverki
• játtan verður sett av á fíggjarlógini sum stuðul til virksemi hjá frítíðarfeløgum, ið eru um tann siðbundna føroyska bátin
• arbeitt verður fram ímóti, at útbúgving í siðbundnum bátasmíði verður skipað sum yrkisútbúgving
• skeiðstilboð í bátasmíði verða fyriskipað á tekniskum skúla í samstarvi við Søvn Landsins
• samstarv verður skipað millum skúla og søvn um livandi savnsvirksemi
• samstarv verður skipað millum ferðavinnu og bátasmíð
Hesi hava mannað nevndina, ið hevur skrivað álitið um føroyskt bátasmíð:
Erland Viberg Joensen, formaður í nevndini, Søvn Landsins, Fornminnissavnið
Olga Biskopstø, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Rúna Hjelm, Felagið Grindabátarnir í Vági
Terji Reinert Jacobsen, bátasmiður
Jan Herman Hansen, Róðrarsamband Føroya
Regin Debess, Søvn Landins, Fornminnissavnið
Oystein Sørensen, Yrkisdepilin
Armgarð Weihe, skrivari í nevndini, Mentamálaráðið
Álitið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, undir "Mentan - Útgávur - Álit."