Aliráðstevnan verður fríggjadagin 2. mars

Árliga Aliráðstevnan verður í ár hildin fríggjadagin 2. mars 2018 á Hotel Føroyum.
 
Á Aliráðstevnuni hittast fólk úr havbúnaðinum, undirveitarar, umboð fyri almenn ráð og stovnar, granskarar og fólk við áhuga fyri havbúnaði, at fáa nýggja vitan og at netverka. Kunnað verður um gongdina í føroyskum havbúnaði og føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar leggja fram um evni, sum eru viðkomandi fyri havbúnaðin.
 
Latið verður upp fyri tilmeldingum mánadagin 5. februar á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, www.industry.fo.