Aliráðstevnan fullteknað

Aliráðstevnan, sum verður nú fríggjadagin 3. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri tilmeldingum. 
 
Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar Aliráðstevnuna, har fólk í havbúnaðinum, undirveitarar til havbúnaðin, almennir myndugleikar og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði hittast at fáa nýggja vitan og netverka.