Aliráðstevnan 2014

Havbúnaðarfelagið skipar aftur í ár fyri Aliráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin fríggjadagin 21. februar á Hotel Føroyum.


Ein fjølbroytt skrá við ymiskum evnum er sett saman til árligu ráðstevnuna, sum nú hevur fleiri ár á baki.


Skráin í ár inniber millum annað fyrilestrar um marknaðarviðurskifti, fiskaheilsu, laksalús, smoltframleiðslu, fóðursamanseting, rognkelsi sum reinsifiskur, aling á opnum havi og fólkaheilsu.


Seinastu árini hevur eisini verið ein kapping um tey bestu úrslitini í farna ári. Hendan kappingin verður aftur á skránni í ár. Veitsla verður eisini fyriskipað á Hotel Føroyum um kvøldið.


Havbúnaðarfelagið skipar fyri ráðstevnuni við góðum stuðli frá Fiskaaling, Vónini, Tryggingarfelagnum Føroyar, Havsbrún og KJ Hydraulik.


Ein endalig skrá verður kunngjørd í næstum.