Aleqa Hammond til Føroya

Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður, kemur fríggjadagin til Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at hon vitjar Føroyar sum landsstýrisformaður.


Í kjalarvørrinum á aðalorðaskiftinum um Arktis í farnu viku, fara løgmaður og Aleqa Hammond at umrøða møguleikar og avbjóðingar í Arktis. Á fundinum seinnapartin fríggjadagin verður eisini nomið við møguleikan at gera handilssáttmála millum londini við støði í Hoyvíkssáttmálanum.


Grønlendski landsstýrisformaðurin fer av landinum aftur sunnudagin.