Álendski mentamálaráðharrin á vitjan hjá ÍSF

Í samband við vitjan sína í Føroyum, ynskti Álendski mentamálaráðharrin Tony Asumaa eisini at vitja ÍSF.


Álendski mentamálaráðharrin hevur stóran áhuga fyri ítrótti, og er sjálvur fyrrverandi altjóða fótbóltsdómari. Í starvi sínum sum dómari hevur Tony Asumaa fleiri ferðir verið í Føroyum og dømt altjóða dystir.


Á fundinum bleiv staðfest, at vit innan fleiri øki hava somu avbjóðingar. Td. er manglandi rørsla eisini ein trupulleiki í Álandi.


Eins og í Føroyum verður eitt stórt sjálvboðið arbeiðið gjørt innan ítróttin í Álandi. Í hesum sambandi var Álendski mentamálaráðharrin sera hugtikin av skattafríu ítróttarsamsýningini, har ítróttarfeløg kunnu útgjalda samsýning upp til 30.000 kr. um árið skattafrítt. Ein skipan sum Álendski mentamálaráðharrin helt verða “genial”!