Alduorka neyvan veruleiki í bræði

Altjóða orkustovnurin IEA hevur almannakunngjørt forsøgnir, ið vísa, at í 2007 brúkti heimurin 15,6 TW um sekundið. Fram til 2030 verður roknað við, at hetta fer at økjast til 22,4 TW.


Jens Peter Kofoed, professari á Aalborg Univeristeti heldur, at stórir møguleikar eru í alduorku, tá hon eina ferð er liðugt ment. Hann torir kortini ikki at spáa um, nær alduorka kemur útum granskingarstovurnar og kann setast í vanligan rakstur.


– Hevði tú spurt meg fyri 10–15 árum síðani, hevði eg svarað um 10–15 ár, men soleiðis gekst ikki. Nú tori eg ikki at gita. Tað ber til at handfara alduorku tøkniliga, men trupulleikin er, at tað er sera kostnaðarmikið at menna góðar og burðardyggar skipanir, sigur Kofoed sambært Teknisk Ukeblad.


Sama søgan sum við vindi


Norsk forening for stålkonstruksjoner og Tekna høvdu boðið danska professaranum til Noregs at tosa um alduorku. Hann er leiðari fyri Wave Energy Research Group á Aalborg Universiteti og situr í fleiri altjóða nevndum, sum arbeiða við alduorku.


– Fyri 30 árum síðani hildu tey fægstu, at tað fór at loysa seg at fara undir vindorku, men nú útflytir Danmark útgerð fyri meira enn vit innflyta bilar fyri. Í dag skjóta mong alduorku frá sær, men tað haldi eg vera skeivt.


Í mun til vind eru fleiri avbjóðingar tengdar at aldum. Millum annað er matematiska grundarlagið fyri alduorkuverkum ikki nóg gott.


– Somu trupulleikar hava vit inni á aldugranskingarstovunum, tí tað er ógvuliga torført at skapa umstøður, ið samsvara við aldurnar í sjónum. Til tess at kunna gera góðar skipanir, er neyðugt at byggja og royna slíkar í fullari stødd og í fleiri ár, áðrenn vit síggja, um dugur veruliga er í teimum, sigur Jens Peter Kofoed.


Alduorka onga raðfesting


Sjálvt á heimsstigi eru fá, ið arbeiða við alduorku. Kofoed metir, at umleið 2.000 fólk arbeiða fulla tíð. Bert 96 feløg arbeiða við alduorku, og av teimum hava bert trý-fýra meiri enn 30 starvsfólk. Sjey av hesum eru í Norra.


– Men alduorka er dýr, og hon loysir seg ikki hjá smáum feløgum.


Eitt ljós í tunlinum er, at oljufeløgini nú eru farin at vísa áhuga fyri alduorku, skrivar Teknisk Ukeblad.


Kelda. www.sev.fo