ALBANIEN - føroyskur ungdómur missiónsferð

Í seinastu sending bóru vit tíðindi um ein flokk av 10 føroyskum tannáringum, sum fóru til Albania at evangelisera og gera andaligt sosialt hjálpararbeiði millum fátækar Zigoynarafamiljur. Eisini hava tey havt legu fyri 60 Zigoynarabørnum í aldrinum 3 til 17 ár. 

Kristiliga Tíðindtænastan                    
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: pjd 01.08.2018

Tey vitjaðu í Albanien í døgunum 18 - 27 juli. 

Anita og Oddmar Tausen, sum vóru stigtakarar og leiðarar á ferðini, siga í einum facebookboðum, at tey høvdu Zigoynarabørnini 3 - 4 tímar hvønn dag, og at børnini hoyrdu um hetjur í bíbliuni so sum Job, Gideon og Josva. Tey vórðu býtt upp í tríggjar aldursbólkar.  

Anita og Oddmar siga, at dagarnir hava gingið skjótt við nógvum aktivitetum so sum, bíbliutímum, drama, andaktum, bøn, kvøld fyri gentum, húsavitjan, samkomuvitjan, og eisini var rúm fyri spæli og ítrótti. Føroysku tannáringarnir hava havt úr at gera og fingið nógv burturúr, ikki minst, tá tey vitjaðu fátæku Zigoynarafamiljurnar, har búumstøðurnar eru langt undir fátækramarkið, sum tey kenna til í Føroyum. 

Lagið hevur verið gott á allari ferðini, hóast tann beiska veruleika, at kuffertini, sum lógu eftir á flogvøllinum í Róm, komu ikki fram fyrrenn tey vóru aftur í Kastrup í Keypmannahavn ávegis til Føroyar. Men, sigur Anita, at Gud hevur lært tey nakað ígjøgnum hetta. Ferðalagið hevur verið burtur í 11 dagar, og komu heim sunnudagin í øllum góðum. Eisini liðið, sum fór til Moldova er komið heim í øllum góðum, har ferðaleiðararnir vóru Tanja Mortensen og Jónleif Danielsen. 

Oddmar sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hetta er 7 árið, at eitt føroyskt TIM-toymið fer úr Føroyum, og hetta er triðja ferðin at vitjað verður í Albanien. Um Gud vil, verður ein TIM-túrur gjørdur aftur næstra summar, og tá verður eisini fari til Albanien og Moldova.