Áland fær sítt fyrsta alduorkuverk

Fyrr í hesi vikuni varð fyrsta alduorkuverkið í Álandi sjósett.


Eitt av endamálunum við verkætlanini er at kanna, hvussu verkið kann fáa bilbugt við ísinum um veturin, skrivar Ny Teknik.


Generatorurin kom við báti úr Åbo í síðstu viku til Hammarudda, ein góðan fjórðing vestanfyri Mariehamn.


Sjósetingin av alduorkuverkinum gekk væl, upplýsir verkætlanarleiðarin Erland Strömstedt.


- Nú er bert eftir at kopla boyuna til og seta nøkur mátitól upp. So eru vit til reiðar at taka ímóti ísinum.


Ísurin størsta avbjóðingin


Hvussu alduorkuverkið megnar at fáa bilbugt við ísinum er ein týdningarmikil partur av royndarverkætlanini, sum lærdi háskúlin í Uppsala stendur á odda fyri í samstarvi við álendsku myndugleikarnar og lærda háskúlan í Åbo.


Boyan, ið er sekshyrnt við holi í miðjuni, fer at liggja eitt sindur lægri í sjónum enn vanligt. Hugskotið er, at hon skal glíða inn undir ísin, tá hann kemur.


– Ein annar møguleiki er, at vit søkkja hana niður undir havskorpuna í ístíðarskeiðnum, sigur Erland Strömstedt.


Ísurin og smærru aldurnar gera, at Eystursjógvurin ikki hevur eins góðar alduumstøður sum tildømis vesturstrondin í Norra.


Kortini heldur Erland Strömstedt, at alduorka kann gerast ein alternativ orkukelda í Eystursjónum.


ES stuðlar


– Nú hesar royndirnar verða gjørdar, fer vónandi at bera til hjá okkum at síggja, hvussu nógv elmegi kann fáast til vega á henda hátt. Hóast ísin rokna vit við, at alduorka hevur hægri gagnnýtslustig enn tildømis sólorka.


Alduorkuaggregatið er fingið til vega frá fyritøkuni Seabased.


Fyritøkan miðar í samstarvi við lærda háskúlan i Uppsala at fáa alduorkutøknina, sum fyrr er testað út fyri Lysekil í Svøríki, á altjóða marknaðin.


Royndirnar í Álandi vara til desember 2013. ES stendur fyri 75 prosentum av kostnaðinum upp á tilsamans umleið 15 miljónir svenskar krónur.


Kelda: www.sev.fo