Ákæruvaldið hevur ikki áhuga í at eftirkanna kriminalitet í Føroyum

Í gjár kom KvF við tíðindum frá løgregluni um, at hagtøl vístu, at færri mál verða meldaði í dag, enn árini frammanundan. Bara harðskapsmál eru, sambært hagtølunum, í vøkstri, men er talan ikki bara um slutur av løgregluni, sum avvísir at kanna revsimál í meturmálum. Eisini sera álvarsom revsimál verða avvíst av løgregluni, og grundgevingarnar grína til Himmalin.

Dan Klein, journalistu, greinar støðu um ynskidreymar og hagtøl:

Í einari oddagrein í Oyggjatíðindum 27. November 2015, sum hevði heitið fløkjastampurin, nevndi blaðið eitt sera prinsipielt mál um búgvið eftir hjúnum, sum varð lensað við milliónaupphædd, uttan at fútaembætið lyfti hond frá síðu, tó at Ríkisadvokaturin hevði álagt fútanum uppgávuna at loysa, enntá aftaná, at fútin hevði noktað, at fara inn í málið við grundgevingum, sum ikki hildu.

Í staðin fyri at seta seg inn í tilfarið, sum var sent av bústjóranum, grundgav fútin eina og aleina uppá samrøðu við persónin, sum illgruni var um. 

Kanningar høvdu víst, at tað manglaðu millum 1 millión og 1,3 milliónir í búnum. Kanska meira, men tað fær ongin at vita nakað um.

Ríkisadvokaturin fekk klagu um avvísingina hjá fútanum, og hann avgjørdi, at hetta mál skuldi kannast, men fútin vildi heldur ikki hesaferð, tí kravið var, at avgerðin hjá Ríkisadvokatinum, skuldi persónliga kunngerast fyri persóninum, sum var undir illgruna innanfyri ávísa tíðarfreist. 

Hetta gjørdi fútin bara ikki, og so fall málið aftur til jarðar. Arvingarnir mistu harvið møguleikan fyri at fáa sannleikan um millióna upphæddina, sum var blivin burtur í búnum.

Hetta styrkir ikki rættarkensluna hjá nøkrum í hesum samfelagnum.

Harvið kom eitt mál aftrat teimum mongu, sum hevur sett fútaembæti í Føroyum á listan yvir manglandi førleika, og at kritikkurin í móti embætinum ikki bara er rættur. Hann er beinleiðis tiltrongdur. 

Hetta var nakað av tí fløkjastampurin viðgjørdi.

Rættiliga tíðliga varð arva-málið latið einum grafologi, sum staðfesti, at undirskriftirnar til bankaávísingar, sannlíkt vóru falskar. Tað var beinleiðis orsøkin til at málið bleiv meldað.

Tá ið hetta mál varð meldað til ákæruvaldið, varð málið samstundis sent til Taks. Tað, sum má tykjast undrunarvert er, at Taks ikki tekur málið upp, sjálvt um ákæruvaldið sleppur sær undan at kanna málið, sum annars fyri stóran part, longu er avdúkað av arvingunum.

Tá ið hugsað verður um hvussu stóran ómak Taks, annars ger sær við “lúsakambinum”, fyri at finna skattakrónur frá vanligum fólki, kunnu vit bara staðfesta, at ongin áhugi er í at skatta milliónina, sum bleiv burtur úr hesum deyðsbúgvi. Og Gud viti hvussu nógv av øðrum málum, heldur ikki verða kannaði.

Bara harðskapsmál eru, sambært hagtølunum í vøkstri, men er talan ikki bara um slutur frá løgregluni, sum avvísir at kanna revsimál í meturmálum. Eisini sera álvarsom revsimál verða avvíst av løgregluni.

Tað er bara ein ynskidreymur, at minni kriminalitetur er í Føroyum, og ein veruleiki, at flestu mál, sum borgarar melda, verða ikki eftirkannaði, og grundgevingarnar hvørki halda, ella eru rímuligar. Sjálvt tá løgreglan dettur um prógvuni, verða revsimál ikki kannaði.

Vit hava fingið upplýsingar um avgerðir frá løgregluni, har meldað í meturmálum, men øll meld eru avvíst. Eisini eru dømir um avvísingar í móti betri vitan, og tað skal ikki undra, at fleiri slík mál koma í bókina, sum verður skrivað í løtuni.

Ákæruvaldið hevur ikki áhuga í at eftirkanna kriminalitet í Føroyum.