Týskvøldið, 21. februar kl. 19, verður kunnandi fundur í Bygdahúsinum.
um nýstovnaða felagið "Áhugaleikarafelagið Eysturoy", har eitt av evnunum er ætlanin fyri árið. Eisini verður tosað um val av leiki at seta upp seinni í ár. Felagið varð stovnað í samband við mentanarvikuna í oktober mánaði í fjør, og nú verður miðað eftir at fara til verka av álvara at fáa liv aftur í áhugasjónleikin kring Skálafjørðin og aðrastaðni í oynni.
Á fundinum eru fleiri mál fyri, ið kunnu hava avgerandi ávirkan á víðari arbeiðið í felagnum.
Ein navnakapping skal útskrivast, ársætlan skal gerast, er áhugi fyri work-shop við MáF?
Tað verður møguleiki hjá fólki at gerast limir í felagnum, og tey sum hava hug at taka eina hond við í virkseminum í felagnum, eru vælkomin at skráseta seg við tí sum tey hava áhuga í. Tað er nógv ymiskt, sum skal gerast í samband við ein leik, tað kann vera at standa á palli, gera búnar, ljós, ljóð, pallsmíð, sminka, leikstjórna, samskipa, tónleik og ymiskt annað.** Vónandi vera nógv góð og kreativ fólk at hitta týskvøldið.
Fundurin verður í Bygdahúsinum og byrjar klokkan 19.00
Møtið fjølment!
Kelda: www.sjovarkommuna.fo