Framløga av áheitanini frá festarum og traðarmonnum um at fáa somu rættarstøðu sum óðalsmenn.
Sum sendiboð fyri festarar og traðarmenn skal eg loyva mær at geva tinginum soljóðandi áheitan:
Vit undirritaðu festarar og traðarleigarar, eins og eigarar av traðum við servituttum, skulu hervið loyva okkum at heita á løgtingið um at skipa so fyri, at vit koma undir somu rættarreglur sum óðalsmenn.
Greinagerð:
Málið er sera einfalt. Yvir helvtin av føroysku jørðini er óðalsjørð. Hetta er privat ogn, har eigarin sjálvur ræður yvir, hvat ið skal gerast. Løgtingið hevur einki stríð av hesi jørð, uttan mun til um hon er hagi, bøur ella grundstykki.
Øðrvísi er við tí jørð, løgtingið eigur. Har noyðist tingið at nýta munandi upphæddir til fyrisiting, og henda jørð kann ikki verða nýtt at seta í veð fyri at geva nýggjum fyritøkum fígging. Hetta er tí ein avoldað skipan, og bæði fyri festarar, traðarmenn og tingið sjálvt er best at sleppa burtur úr henni.
Tað kann gerast við at løgtingið tekur undir við hesi áheitan og samtykkir:
at festararnir fáa festini til óðalsjørð
at traðarleigararnir fáa traðirnar til óðalsjørð at teir, sum hava fingið traðir til keyps við servituttum, sleppa undan hesum bindingum.
Tá hetta er fingið upp á pláss hava vit bert eina skipan fyri alla jørð í Føroyum, og eigararnir kunnu í frælsi virka fyri at fáa sum mest gagn burtur úr henni, eins væl fyri seg sjávan sum fyri alt samfelagið.
Zakarias Wang
Mánadagin tann 26. september 2011 varð henda áheitan handað Løgtinginum