Áheitan um uppafturtøku av samráðingum

Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli í eina góða viku, og í hesum tíðarskeiði hava allir frítíðarskúlar verið stongdir. Hetta er til stóran ampa fyri bæði børn og foreldur. Nógvar kreativar loysnir vera royndar, avspáking, flex-tíð, foreldur, sum skiftast at heinta børn hjá hvørjum øðrum, og arbeiðspláss, sum loyva børnum við í hesi undantaksstøðu. Hetta eru alt neyðloysnir, sum ikki kunnu halda fram.


Sum skilst hevur lítið samband verið millum partarnar og lítið tykist røkjast fyri, at samráðingarnar eru ávegis at vera tiknar uppaftur av álvara. Hetta meta vit er púra óforsvarligt.


Sum foreldraráðsumboð fyri niðanfyrinevndu frítíðarskúlar í Tórshavnar Kommunu, heita vit á allar sáttmálapartarnar um sum skjótast at hittast við samráðingarborðið aftur og finna eina loysn á trætuni.


Vegna Foreldraráðini fyri


Dagstovnin við Botnánna


Frítíðarskúlan á Argjahamri


Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini


Frítíðarskúlan í Hornabø


Verkgarðin Spíran


Frítíðarskúlan Smílibýlið


Dr. Ingridar Barnagarð


Frítíðarstovuna hjá KFUM


Frítíðarskúlan við Løgmannabreyt


Miðstovnin í Gundadali


Barna og ungdómshúsið Látrið