Áheitan frá landsskógarvørðinum

Landsskógarvørðurin heitir á fólk um ikki at fara í viðarlundirnar, meðan ódnarveðrið leikar í.


Nú sagt verður frá ódnarveðri, kann ávísur vandi standast av, at stór trø kunnu koppa ella brotna; og somuleiðis kann ávísur vandi standast av, at stórar greinar kunnu brotna av trøunum.


Heitt verður tí á fólk um at geva hesum gætur, og at vera ansin í slíkum førum.


Somuleiðis verður heitt á fólk um ikki at fara í viðarlundirnar, meðan ódnarveðrið leikar í.