Áheitan á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at virða samráðingarrættin hjá Føroya Pedagogfelag

Vit hava í fjølmiðlunum sæð kávalótirnar hjá umboðunum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, har tey siga, at tey ikki skilja, at Føroya Pedagogfelag ikki kemur aftur til samráðingarborðið, samstundis sum somu umboð fyri KAF viðurkenna, at tey ikki vilja tosa um væl undirbygda kravið hjá Pedagogfelagnum, um at fáa skipaðar reglur um fyrireikingartíð. 


Samstundis síggja vit umboð fyri Lønardeildina í fjølmiðlunum bæði royna at ræða pedagogarnar at fara aftur til arbeiðis, og siga frá ævusøgu sínari og hugsanum sínum um krøvini hjá Pedagogfelagnum, sum hann kallar ónollur, hóast hann ikki kann vera óvitandi um, at onnur feløg hava gjørt sáttmála við Lønardeildina, har júst fyrireikingartíð er ein týðandi táttur.


Tá arbeiðsgevarasíðan sigur seg als ikki vilja tosa um ávís krøv frá einum fakfelag, so er frælsi samráðingarrætturin hjá okkara fakfeløgum veruliga í vanda, og tí er stríðið hjá Pedagogfelagnum eisini stríðið hjá øllum øðrum fakfeløgum í Føroyum.


Vit vilja átala óvirðiligu framferðina hjá Lønardeildini og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og vilja samstundis heita á tey um at vísa ábyrgd og beinanvegin taka stig til, at veruligar samráðingar verða um tey krøv, sum Føroya Pedagogfelag hevur sett fram.


Feløgini í Samtak


Føroya Arbeiðarafelag


Føroya Fiskimannafelag


Havnar Arbeiðsmannafelag


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag