Mikumorgunin 23. mai kom Magnus Heinason inn aftaná at hava kannað sjógvin kring Føroyar í eina viku. Sjóvarhiti, saltinnihald, ljós og ymisk sløg av æti vórðu kannað. Eisini tók Magnus upp 11 streymmátarar, sum høvdu ligið úti í eitt ár og mátað rákið gjøgnum okkara havleiðir tríggjar ferðir um tíman. Hesi tøl verða nú lisin úr mátarunum og viðgjørd, soleiðis at vit kunnu fylgja við teimum broytingum, sum henda í okkara sjóøki.
Høvuðsendamálið við kanningunum er at tryggja okkum eitt betri grundarlag til at skilja, hvussu ymisk viðurskifti í havinum ávirka tær livandi verurnar, serliga okkara fiskastovnar. Hetta hjálpir okkum at útgreina, hví stovnarnir broytast, sum teir gera, og hvussu teir møguliga verða ávirkaðir av komandi broytingum í havinum.
Havleiðirnar kring Føroyar eru tó eisini ógvuliga áhugaverdar í altjóða hav- og veðurlagsgransking. Tí eru kanningarnar fyri ein part fíggjaðar úr Europeiska granskingargrunninum (FP7), og fyri stuttum fingu vit boð um, at hesin grunnur eisini fer at fíggja framhaldandi mátingar eini 3-4 ár aftrat.
Túrfrágreiðingin kemur seinni.
Myndin vísir ein streymmátara, sum verður settur út frá Magnusi Heinasyni. Fyri at verja mátaran móti troli er hann inni í eini rammu, sum stendur á botni, og fæst at flotna upp, tá vit fara út eftir mátaranum.