Hóskvøldið verður Spaniastova í Klaksvík karmur um forvitnisligt jólaprát, har Rudolf Joensen forvitnast og fer aftur um teir báðar í Pipari & Salti.
Hetta er endurtøka av kvøldinum, sum var um somu tíð í fjør, tá Rudolf Joensen hevði aðrar gestir til hugnaligt prát í Spaniastovu, sum er norðari partur av húsinum, ið hýsir handlinum Leikalund.
Hesa ferð eru tað so Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, ið standa fyri skotum og fáa garnarnar spurdar úr sær, tá fyrrverandi gekkaverturin vil hava at vita, hvussu teir byrjaðu hvør sær við undirhaldi og seinni funnu saman um tað og alt hatta har.
Veyhe og Skaale fara at greiða frá, hvussu teir finna fram til sínar figurar og karakterir, hvat teir halda vera skemt og hvat satiru, um teir halda ov nógv skemt verða gjørt við mold í høvdinum, umframt at teir so eisini fáa spurningin, hvar eitt møguligt mark gongur…
Eisini verður leitað aftur í tíðina, tá teir báðir sótu um næturnar í Sjónvarpi Føroya og kliptu og redigeraðu sjálvir, tí eingin annar trúði upp á konseptið – ikki fyrr enn tað vísti seg at rúka beint inn hjá fólki og brádliga bleiv ein hálovað framleiðsla hjá almenna sjónvarpinum!
Tað kostar ein “Nólsoyarpáll” at koma inn í Spaniastovu til ta nú eftir øllum at døma árligu jólaspurnarløtuna við Rudolfi Joensen, sum altso byrjar stundisliga klokkan 19.30 hóskvøldið.
Har fara teir báðir í Pipari & Salti forrestin eisini at signera sína nýggjastu dvd, ið fæst so bíliga til keyps, at hon kostar bara hálvaaðru krónu um minuttin.