AFTUR TIL ARBEIÐIS Á BOÐANESHEIMINUM

Semja er nú gjørd, soleiðis at limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir aftur til arbeiðis á Boðanesheiminum.


Semja er um, at leiðararnir á Boðanesheiminum fáa eina ávísa løn, sum møguliga skal eftirregulerast alt eftir, hvat ein møguligur gerðarrættur kemur fram til. Tórshavn 2. november 2012.


 Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar                                                                Tórshavnar kommuna