Aftur eitt nýtt vælveruøki í Havn

Hesaferð letur nýtt vælveruøki upp í Prestlág Úti í Grið.


Nú eru uttandura íðkanartól eisini sett upp í viðalundini úti í Grið. Hetta er næsta vælveruøkið av hesum slag, sum kommunan letur upp, tað fyrsta lat upp á Glaðsheyggi fyri ári síðan. Talan er um eitt av fleiri heilt serligum og fjøltáttaðum trivnaðarøkjum í býnum til allar aldursbólkar, har bæði børn, vaksin og eldri kunnu spæla og venja í tryggum og hugnaligum umhvørvi.


Fyri tey, sum ikki kenna økið, so er Prestlág ella Úti í Grið viðarlundin, sum er á vinstru hond, tá koyrt verður niðan gjøgnum Kinabrekkuna – eftir Landavegnum beint uttanfyri Vesturkirkjuna. Ella beint til høgru, tá koyrt verður gjøgnum rundkoyringina út á Frælsið.


Ætlanin gongur í stuttum út uppá at gera nøkur serlig og hugnalig spælipláss, har amboð verða sett upp, sum eru ætlað til rørslu og spæl. Endamálið er sjálvandi at fremja heilsugóðan livihátt við at fáa so mong sum møguligt at røra seg meira í gerandisdegnum, eins og at fyribyrgja sonevndum vælferðarsjúkum.


Nøkur av hesum amboðum til rørslu- og strekkvenjingar eru serliga væl egnað til vaksin og eldri. Um fortreytirnar fyri motión og javnvágrørslum eru góðar, so gongur yrkadagurin eisini lættari og styrkir tey eldru at klára seg sjálvi sum longst.


Sum heild er talan um kreativ tilboð, sum eggja fólki at røra seg á ein stuttligan hátt. Økini eru avbera hugnalig og liggja tætt við, har fólk vanliga koma framvið, økini líkjast meira almennum fríøkjum enn ítróttarøkjum, og eru ætlað øllum aldursbólkum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at nøkur tílík øki eru sett av til rørsluamboð uttandura.


Nýggja vælveruøkið er sum sagt í Prestlág, ella úti í Grið, sum mong kalla tað. Staðið er góðkent av Skógfriðingarnevndini. Hesin bletturin í viðarlundini verið ógvuliga lætt atgongdur hjá mongum; stutt er haðani til fleiri p-øki, bussleiðin steðgar beint við, gonguteigur er beint hjá, og stutt leið er hjá mongu stovnunum í grannalagnum (t.d. Skúlin á Trøðni, Læraraskúlin, Fróðskaparsetrið o.fl.) at nýtt útgerðina.


Plássið er knýtt í gøtuskipanina í viðarlundini við gøtu, sum heldur krøvini til atkomuleika fyri rørslutarnað, barnavognar v.m. Plássið letur alment upp fríggjadagin kl 15.30, tá undirhald verður, m.a. við dansigentunum úr sangleikinum “Kennir tú Margar”, kaffi og køkur verða at fáa og borgarstjórin letur økið alment upp.


Øll eru vælkomin.