Ævintýr bergtaka børn

Ævintýr eiga at vera í einum og hvørjum heimi. Í nýggja søgusavninum, Bestu ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, eru klassikarar so sum Teir tríggir bukkarnir Brúsi, Pannukøkan og Gullfuglurin at finna. Saman við vøkrum og livandi myndum er bókin ein sonn uppliving hjá bæði stórum og smáum.


Í Føroyum er siðvenjan at siga frá søgum gomul. Sagnir, søgur og ævintýr vóru her, eins og aðrastaðni í Evropa, leingi einans at finna á mannamunni. Í 1800-talinum fóru týsku brøðurnir Grimm undir at festa nakrar av hesum søgum á blað. Soleiðis vóru teir við til at varðveita hesar søguskattir, og tí kunnu vit enn í dag njóta hesar dýrgripirnar.


Sannir klassikarar


Nú eru fleiri av hesum søgum klassikarar, sum børn framvegis taka til sín og verða bergtikin av: Snjóhvíta, Hans og Greta, Rapunzel, Lorkuleggur, Øskufía og Teir tríggir bukkarnir Brúsi fyri at nevna nakrar. Við íblástri frá teimum báðum týsku savnarunum fóru ungdómsvinirnir Peter Christen Asbjørnsen og Jørgen Moe undir at savna saman norsk ævintýr. Teir leitaðu land og ríki runt eftir góðum søgum. Í 1842 kom út fyrsta bók teirra, Norske folkeeventyr, og allastaðni í Evropa varð bókin móttikin sum tann sanni søguskatturin hon er.


14 tey bestu og kendastu


Í nýggja søgusavninum frá Bókadeild Føroya Lærarafelags eru 14 av teimum bestu og kendastu ævintýrunum hjá Asbjørnsen og Moe við vøkrum myndprýðingum eftir svenska Tord Nygren.


Fyrst og fremst listafólk


Í svenska tjóðarvarðanum verður Tord Nygren presenteraður fyrst fremt sum listafólk, síðan teknari og rithøvundur. Hetta er áhugavert, tí tað er sjáldan, at ein barnabókateknari verða lýstur sum listafólk, men fyri Tord Nygren er bókaopnan løriftið. Síðan fyrst í 60’unum hevur hann prýtt fleiri enn 250 bøkur, og hann er tí eisini mest nýtti teknarin í Svøríki.


Myndirnar leggja afturat tekstinum


Ein av orsøkunum at ogna sær snøgga ævintýrasavnið eru júst tekningarnar hjá Tord Nygren. Sera hegnisliga spælir teknarin við fatanina av tíð hjá lesaranum. Knappliga koyrir ein traktorur frá 60’unum um brúnna, men pannukøkan rýmir, fyrst frá traktorføraranum og síðan frá mammuni á súkkluni við súkklustólinum. Og tá ið hanin í heslilundini fer eftir vatni til hønuna, fer hann fram við bæði siðbundna bakaranum og smiðinum, men eisini bóndanum við modernaðu slóttutreskjuni. Og fyri at ongin ivi skal vera, so koyrir ein bilur frá 1930’num runt, meðan gandaða prinsessan sveimar undir náttarloftinum.


Bestur ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe


Hervør Jákupsson týddi


255 bls./ innbundin.