Æti á Landgrunninum kannað
Í tíðarskeiðinum 22. – 29. apríl kannaði Magnus Heinason æti á Landgrunninum.
Hesa ársins tíð eru nógvar nýklæktar fiskalarvur á Landgrunninum og tað er avgerandi fyri um tær koma undan, at nóg mikið er av føði í passaligari stødd. Hendan føðin er í høvuðsheitum egg og ungar frá djóraæti og smá sløg av djóraæti, tí fiskalarvurnar eru smáar og eru bert førar fyri at taka smáa føði.
Kanningarnar vístu, at hóast gróðurin á Landgrunninum enn er lítil, so var væl av smáum djóraæti í brúkiligari stødd til fiskalarvurnar á innastu leiðunum. Eisini gýtti reyðæti rættiliga nógv, og hesi eggini og ungarnir eru góð føði hjá fiskalarvunum hesa fyrstu tíðina.
Meira kann lesast í túrfrágreiðingini
her.