Advokaturin: Ósakligt og ólógligt

Nú er avgerðin kærd til Føroya rætt: Seinast vit frættu um børnini hjá Jesper Dahlin, var, at Høvuðsbarnaverndin, var gingin áheitanini frá Suðuroyar Barnaverndartænastu á møti, og avgjørt, at teir báðir dreingirnir, sum Jesper Sander Dahlin, hevur fingið fullan foreldramyndugleika yvir, kortini ikki skulu útflýggjast pápanum tey næstu tvey árini, sum annars í fleiri dómum og serfrøðingakanningum er sagdur at hava góð foreldraevnir.


Avgerðina hjá Høvuðsbarnaverndini fær advokaturin hjá Jesper Sander Dahlin, til at standa í grovari andsøgn til, at klienturin hevur dóm fyri foreldrarættin til dreingirnar og nýliga hevur verið í gjøgnum eina foreldrakanning, sum barnaverndarmyndugleikarnir sjálvir tóku stig til, og áður hava nýtt til líknandi endamál.


Advokaturin sigur í kæruni, at tað ikki ber til at staðfesta vantandi umsorgan av børnunum, tá ið ein serkøn kanning júst kemur til ta niðurstøðu, at Jesper Dahlin er egnaður at taka sær av dreingjunum.


---


Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.


Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum


Keypið blaðið á netinum:


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html