Aðalstjórin í Vinnumálaráðnum fer frá

Løgmaður hevur í samráð við Arna Poulsen tikið avgerð um, at Arne Poulsen fer frá sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Avgerðin er avleiðing av, at Arne Poulsen tann 18. februar 2012 var partur í einum máli, ið verður mett sum brot á sonevnda decorumkravið eftir § 9 í løgtingslógini um tænastumenn landsins.


Løgmaður hevur samstundis gjørt av at seta Gunnleyg Árnafjall í fyribils starv sum aðalstjóri frá í dag at rokna. Gunnleyg Árnafjall starvast frammanundan í Vinnumálaráðnum.


Arne Poulsen verður settur í annað starv í lægri lønarflokki í landsfyrisitingini, við fyribils staðseting í Vinnumálaráðnum.