Aðalfundur í Kommunufelagnum 2022

Fríggjadagin 1. apríl, var aðalfundur hjá Kommunufelagnum.

Væl omanfyri 130 kommunustýrislimir úr øllum landinum møttu á fundinum.

Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, legði fram ársfrágreiðingina. Gestarøðari á fundinum var Heri á Rógvi, sum legði fram frágreiðing um starvsfólkatrotið í almenna geiranum fyri teimum omanfyri 130 kommunustýrislimunum, sum møttu á fundinum.

Ársfrágreiðingin er viðfest!