Aðalfundur í føroyskum – íslendskum handilskamari

5. apríl var aðalfundur í føroyskum – íslendskum handilskamari.


Á aðalfundinum sum var í Vinnuhúsinum leygardagin 5. Apríl vóru umboðandi Ísland Þorgeir Baldursson, Kvos hf; Ingvar Már Gíslason, Norðlenska Matarborðið ehf; Hjálmar Waag Árnason, Keilir og Baldvin Hardarson, valdir í nevndina.


Umboðandi Føroyar vóru Marita Rasmussen, Vinnuhúsið; Jóhanna á Bergi, Faroe Ship; Debes Petersen, p/f Kemilux Industry; Eyðun Joensen, p/f Poul Hansen vald í nevndina.


Umframt nevndarval var eisini val av formanni á skránni og var Gisli Gislason, Faxaflóahafnir sf afturvaldur.