Aðalfundur í Føroya Ráfiskakeyparafelag

Mikudagin 9. mai var aðalfundur í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali.


Á aðalfundinum hjá Ráfiskakeyparafelagnum boðaði Petur H. Mohr frá, at hann stillaði ikki uppaftur. Í staðin valdi aðalfundurin Marnar Pattinson sum nýggjan nevndarlim. Hann hevur higartil verið tiltakslimur í nevndini, og tí skuldi nýggjur tiltakslimur eisini veljast.


Aðalfundurin valdi Dánial Paula Davidsen sum nýggjan tiltakslim.


Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Regin Mikkelsen sum formanni og Jógvan Gregersen sum næstformanni.


Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag er nú mannað soleiðis:


Regin Mikkelsen, formaður


Jógvan Gregersen, næstformaður


Marnar Pattinson


Ludvík við Stein


Fríðin Ziskasson


Tiltakslimur: Dánial Pauli Davidsen