Aðalfundur í Arbeiðsgevarafelagnum hjá fíggjarstovnum í Føroyum

Mánadagin 17. august varð aðalfundur felagsins hildin. Fyri vali stóðu Árni Ellefsen og Marner Mortensen, og teir vóru báðir afturvaldir. Í nevndini sita sostatt Árni Ellefsen, Marner Mortensen og Jean Djurhuus.

Nevndin hevur skipað seg við Jean Djurhuus sum formanni og Árna Ellefsen sum næstformanni.