Fiskaaling hevði árliga aðalfundin í farnu viku. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum eigur Fiskaaling, fegnaðist um, at felagið røkir starvssetning sín á fullgóðan hátt, sum er at framleiða vitan, ið kann menna varandi føroyska aling.
Á skránni var framløga av virksemi og roknskapi.
Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, greiddi frá støðuni á Fiskaaling. Farna árið hevur í ávísan mun verið merkt av Covid-19 farsóttini, og hetta sást aftur í roknskapinum, sum staðfesti eitt hall á 624 tkr.
Hóast nakrar avmarkingar í virkseminum, eitt nú tí atgongd til alistøðir hevur verið skert, so hevur Fiskaaling framhaldandi framt eina røð av granskingar- og tænastuuppgávum. Millum hesar kunnu nevnast: gransking av botndjóradátum, 3d-hydrodynamisk modellering, spjaðing av lús og kanningar av lús í sjónum á ymiskum dýpi, kanningar av sjósilum, lúsateljingar, rognkelsiskanningar, kynkanningar og mikroalgukanningar. Eisini granskingarsamstarv við útlendskar partar hevur verið virkið í farna ári.
Í 2020 vórðu tvær PhD-verkætlanir lidnar á Fiskaaling. Onnur PhD-verkætlanin menti ein myndil, ið vísir, hvussu lús spjaðist millum firðir og aliøkir. Arbeiðið við lúsaspjaðing heldur fram, og nú verður ein myndil mentur, ið kann gera forsagnir um, hvussu lúsastøðið væntast at verða á einum aliøki út frá lúsateljingum. Hin PhD-verkætlanin var um, hvussu m.a. reinføri kann ávirka flakagóðskuna.
Samspælið millum granskingar- og tænastuvirksemið hjá Fiskaaling er grundarlag undir áhaldandi menning av nýggjari og betri vitan, ið beinleiðis gagnar alivinnuni.
Nýggir nevndarlimir
Tríggir nevndarlimir halda fram í nevndini, meðan tvey nýggj starvsfólkaumboð frá Fiskaaling komu í nevndina. Nýggja nevndin er hendan:
Kristoffur Laksá, formaður
Turið Mørkøre, nevndarlimur
Niels Winther, nevndarlimur
Heidi S. Mortensen, starvsfólkaumboð
Unn V. Johannesen, starvsfólkaumboð