Fólkaflokkurin sigur seg stórt sæð at vera uttan ábyrgd av førda politikkinun frá 1995 til 2011 - hóast teir hava sitið í stjórn í samfull 15 av nevndu 16 árunum -, og sjálvt um teir bæði hava havt løgmann og landsstýrismenn m.a. fíggjar- og fiskimálaráðharra.
Fíggjarstýringin hevur gingið so nógv eftir reyv, at teir sjálvir eru farnir at rópa varskó og sjálvandi sum vanligt peika eftir øllum hinum, alt eftir hvør stendur fyri í løtuni og eftir teirra tykki treingir til eitt alment asnaspark, og júst tað sama ger seg galdandi í fiskivinnumálum, har tilfeingi undir teirra leiðsla er fiskað so langt niður, at allar ávaringarlampur eru farnar at blunka.
Teirra menn hava samstundis drenað kapitalin ( milliardir) úr fiskivinnuni, so skuldin í mongum førum fer at sansa at, tí skipini eru vorðin ov dýr at reka.
Og tá so allar góðar kreftir royna at rætta upp á fólkafloksbrølararnar, so verða teir - av somu fólkafloksmonnum - úthongdir sum skaðaatvoldararnir.
Kanska er okkurt viðtikið, ið betur var ógjørt og má rættast saman við teimum, ið skulu liva við nýggju viðtøkunum, men eitt er neyðugt, og tað er, at skaðin av førda fólkafloksfiskivinnupolitikkinum seinastu árini ger tað neyðugt at seta nýggja kós, so fiskivinnan ikki kollsiglur, tí tað hevur eingin gagn av.
Lat so fólkafloksfólk standa og gálva og peika fingur at teimum, ið leggja rygg til at rudda upp eftir teimum, tí fólkið fer fyrr ella seinri at finna út av, hvør ið brýtir niður, og hvør ið roynir at byggja upp aftur, soleiðis at ikki bert fólkafloksfólk kunnu skalta og valta, sum teimum lystir, men at allir føroyingar kunnu fáa loyvi til ikki bara at liva, men sanniliga eisini liva væl í Føroyum.
Men hvørji eru tey, sum kunnu taka ein slíkan flokk í álvara.
Lygnin hevur víst seg at vera teirra effektivasta vápn. Hetta tykist løgi, tí teirra veljarar mugu antin vera óvitandi, líkaglaðir ella bara beroknandi: Bert tey og teirra fáa sersømdir saman við klaninum - og so vertin í, hvat hini fáa ella hvussu tey verða fyri.
Teir hevja frælsislogan og fremja frælsisretorik, sjálvt um frælsi fyri fólkið er teimum ein andstygd, líkjamikið um tað í sínari tíð so snúi seg um Apartheid í Suðurafrika ella tað snýr seg um føroyingin í Føroyum í dag.
Teir tilbiðja bert gullið, og teirra frælsissongur ljóðar: Vit á gullgøtum ganga og syngja so glað...........so sjálvt teirra religiøsi sjónleikur, ja alt teir fáast við snýr seg um pengar og makt og til tess krevjast atkvøður, sum kunnu skaffast uttan nakað niðara lágmark fyri, hvussu tær verða skaffaðar til vega. Næstin hevur altíð verið tvungin í knæ, og so hava teir kunnað riði á honum: Inn í tað lovaðu bankaboksina. Amen.
Einans hart stríð frá arbeiðs- og fiskimonnum móti klanleiðarunum hevur kunnað skapt livilig kor fyri familjurnar hjá hesum monnum. Og bert fyri at taka eina søgu fram her, so var fmð. tjóðveldisfloksins settur í gegli fyri at stríðast fyri fiskararnar fyrst í 50'unum, meðan fmð. fólkafloksins nøkunlunda um somu tíð fór í fongsul fyri ólógligt virksemi, ið koyrdi Sjóvinnubankan á heysin til stóran skaða fyri land og fólk. Fiskararnir fingu sømdir, meðan spararnir - eisini smáspararnir - mistu tað, tey áttu. Soleiðis royndist og roynast ymiskir álitismenn.
Ein Sofus Joensen við trøllaskorti - allarhelst fólkafloksmaður - spyr meg - eftir mína síðsta grein, um tað ikki var so, at javnaðarflokkuri forkom vinnulívinum í Suðuroy, tá hann kom til maktina í Suðuroy. Hartil kann eg svara:
at javnaðarmenn ikki stóða handan húsagangin á Wall Street í 1929
at javnaðarmenn ikki stóðu handan heimskreppuna í 30'unum
at tað ikki vóru javnaðarmenn, ið gingu og heilaðu í Føroyum
at tað ikki vóru javnaðarmenn, ið stóðu handan 2. heimsbardaga
at tað ikki vóru javnaðarmenn, ið koyrdu Sjóvinnubankan á heysin
at tað ikki vóru javnaðarmenn í stýrdu Føroyum frá 1950 - 1958, tá fólkið mátti flýggja til Ísland fyri at kunna lívbjarga sær men,
(frá 1958)
at teir saman við øðrum vóru við til at endurnýggja skipaflotan
at teir vóru við at skaffa 60 - milliónagrunnin - fólkapensiónina og mangt, mangt annað, sum ikki skal verða nevnt her, men sum kann fáast greiði á, um áhugi er fyri tí.
Følsk vitan - sum í hesum førinum - er livibreyð fólkafloksmanna. Og antiintellektisman sprettir úr fólkafloksjørð. Onki við veruliga at seta seg inn í søguna.
Sannleikin verður ikki sagdur við vilja, kanska tí at sannleikin er illa lýddur. Men lygnin er nógv lættari at fáast við, tí hon kann varierast eftir tørvi, alt eftir, hvat mann vil uppnáa.
Higartil hevur bæði líkt og ólíkt kunnað latið seg gjørt uttan fylgir.
Men vit kunnu tó kanska liva í vónini um, at teir verða steðgaðir, tí Kaj Leo er við at seta hegnspelar niður kring teir á slíkan hátt, at teir kanska fata, at nú er nokk. Higartil og ikki ein tumma longur.
Annars má streymur setast á hegnið.
Dagfinnur Danbjørg.