ABC vikan væleydnað

ABC vikan er nú farin aftur um bak. Í
ABC vikuni, ið var t. 8. - 14. oktober, vóru fimm filmar kunngjørdir og fleiri
ymisk átøk vóru gjøgnum vikuna. Endamálið við ABC vikuni var at varpa ljós á
sálarliga heilsu við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum
Fólkaheilsuráðið stendur fyri.



Vit hava varhugan av, at tað við ABC
kampanjuni eydnaðist at røkka eini stórari fjøld í Føroyum og í størri mun
skapa tilvit um, hvussu ein kann betra um og varðveita góða sálarliga heilsu.
Tað eru vit ómetaliga glað fyri.



Tikið væl ímóti ABC filmunum



Ein filmur bleiv kunngjørdur hvønn
gerandisdag í vikuni og eru allir filmarnir tilsamans blivnir vístir umleið
104.000 ferðir – og hetta bert á Facebook og Instagram síðunum hjá okkum. Fólk
hava tikið væl ímóti filmunum. Summi hava tikið stig til sjálvi at blíva
vitjunarvinur, eftir at tey hava sæð ein film um eina ommudóttur og ommu, sum
eru vitjunarvinir saman – so á tann hátt er herferðin væleydnað.  



Við fimm filmum við ymiskum
føroyingum sum tókust við ymiskt virksemi, vístu vit á hvønn týdning slíkt
virksemi hevur fyri tey og hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sína
sálarligu heilsu.



Í ABC kappingini hjá okkum, ið snúði
seg um “hvat ger teg glaða/glaðan” var afturvendandi í viðmerkingunum, at
familja, vinir og ymiskt frítíðarvirksemi ein kann hugbinda seg í, er við til
at skapa gleði millum føroyingar.



Ein rúgva av átøkum kring landið



ABC samstarvsfelagar skipaðu eisini
fyri ymiskum tiltøkum í ABC vikuni: vitjað varð á skúlum, dagstovnum og innan
ymisk verandi átøk innan eldraøki í Klaksvíkar-, Sunda-, Tórshavnar- og
Tvøroyrar kommunu, og meira almenn tiltøk sum “gakk og renn” og “verkstova um at
vera sjálvboðin” vóru eisini. 



ÍSF skipaði fyri Bocca á
Boanesheiminum, Gigni skipaði fyri felags foreldrabólki, Sinnisbati skipaði
fyri Altjóða sálarheilsudegnum í Østrøm saman við fleiri øðrum, og Lívdin og
Blái Krossur Føroya høvdu meira innanhýsis átøk. Felags fyri øll átøk var, at
tey løgdu dent á evnið sálarliga heilsu við at vera virkin, vera saman og vera
hugbundin.



Útvarpssendingin Nón setti millum
annað eisini evnið sálarliga heilsu á breddan gjøgnum vikuna, og ein
heildarætlan bleiv kunngjørd á altjóða sálarheilsudegnum, “Heildarætlan fyri
sálarliga heilsu í Føroyum”. Í heildarætlanini er viðmælt, at Fólkaheilsuráðið
heldur fram við og styrkir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu.



Enn eitt ABC átak í vikuni



Í sambandi við Heystfagnaðin
í SMS hesa vikuna, er ein ABC krókur á torginum týsdag og mikudag frá kl.10-17.
Fríggjadagin eru ymiskir ABC samstarvsfelagar á torginum frá kl.12-17, har høvi
er at hoyra um og royna ymiskt virksemi, ið ein kann ganga til í Føroyum.



Leinkjan til teir fimm ABC filmarnar
er her: http://www.folkaheilsa.fo/news-abcvikan+2018+fimm+filmar.htm