ABC samstarvið hevur nú eitt ár á baki

Samstarvsfelagarnir í
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vóru savnaðir fyri fimtu ferð í gjár,
hesaferð við Gjógv, tá Sunda kommuna bjóðaði samstarvinum vælkomnum í sína
kommunu. Flestu samstarvsfelagarnir hava nú verið partur av verkætlanini í eitt
ár, og hevur hetta fyri allar partar verið eitt læruríkt og mennandi ár.

Flestu samstarvsfelagar arbeiða
við at kunna um boðskapin í verkætlanini, fyri at gera fólk tilvitað um, hvussu
ber til at fremja sálarligu heilsuna. Nakrir samstarvsfelagar eru komnir í
gongd við ABC virksemi. Klaksvíkar kommuna er ein av hesum, og tí kundu tey
deila sínar royndir á fundinum, og var hetta sera gevandi fyri hinar
samstarvsfelagarnar. Eisini greiddi umboð fyri ALS frá teirra royndum við at
brúka boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu innan teirra øki.



Eitt evnið á degnum var ein
sokallað ABC vika, ið verður í viku 41, tá Fólkaheilsuráðið saman við hinum
samstarvsfeløgunum í enn størri mun fer at varpa ljós á, hvussu vit kunnu
styrkja sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.



Spennandi verður at síggja,
hvussu verkætlanin ferð at mennast og røkka út til føroyingar komandi árið, og
um eitt meira sálarliga heilsufremjandi umhvørvið spakuliga ferð at vaksa í
Føroyum.  



Fyri meira kunning um
verkætlanina trýst herhttp://folkaheilsa.fo/abc+fyri+salarligari+heilsu.html