ABC barnahjálp kunningartiltak í Miðvági

Tiltakið er avlýst vegna forfall


Hóskvøldið, 6. mars kl. 19.30, skipar ABC barnahjálp fyri kunningartiltaki í missiónshúsinum í Miðvági. Hilda Viderø fer at greiða frá arbeiðinum í Liberia og Monica í Holusteini fer at fortelja um eina nýggja spennandi útbúgving.


Tíðindaskriv


Hilda Viderø er leiðari fyri verkætlanini hjá ABC barnahjálp í Liberia. Hon fer at greiða frá hvussu tað gongur á barnaheiminum og hvørjar ætlanir vit hava komandi árini. Eisini fer hon at sýna myndir og filmsbrot. Hilda ferðast javnan til Liberia og hevur nógvar spennandi søgur at siga frá børnunum og landinum.


Monica í Holusteini, sum er í starvsvenjing hjá ABC barnahjálp, fer at hugleiða um sjálvboðið arbeiði og greiða frá útbúgving sínari. Monica lesur K3 á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. Útbúgvingin vendir sær millum annað til fólk, ið ynskja at vera við í sjálvbodnum arbeiði.


Møguleiki verður at seta spurningar og ein drekkamuður verður at fáa.


Henry er eisini eitt av børnunum á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp. Hann hevur serliga stuðul fyri neyðini fyri at mennast. Eitt barn, sum hann, hevur ikki góðar møguleikar í einum landi sum Liberia, men við hjálp frá ABC barnahjálp kann Henry fáa eitt got lív.


Hesi bæði eru tvey av teimum gott 40 børnum og ungu á barnaheiminum í Liberia, sum ABC barnahjálp stuðlar.


ABC barnahjálp í Føroyum stuðlar eisini umleið 60 børnum í Senegal.


Við tínari hjálp kunnu vit hjálpa enn fleiri.